Innanlands

Framløga í Klaksvík um ljóðdálking

Norðoya Sjálvstýrisfelag setir ljóðdálking á breddan

2019-05-13 09:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið fer Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum Heimafriður, at hava almenna framløgu í Klaksvík um ljóð-, luft- og ljósdálking. Framløgan verður í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Trina Eysturoy fer undir framløguni at greiða frá, hvussu kommurnar kunnu loysa trupulleikan við larmandi og dálkandi skipum, og hvørjar ágóðar bæði land, kommunur og borgarar fara at vinna av tí.

Forkvinnan vísir á, at tað er púra óneyðugt, at larmandi skip koma til bryggju at umskipa, og at kommunurnar fáa forsvinnandi lítið burturúr peningaliga. Tí heldur hon, at tað beinanvegin eigur at verða hugt at, hvørjar loysnir Noregi brúkar.

Síðani felagið Heimafriður varð stovnað fyri knøppum hálvum ári síðani, hevur felagið fingið klagur um larm frá skipum frá fólki um alt landið.

Eftir framløguna verður møguleiki at seta spurningar. Við á fundinum vera fólk, sum hava servitan innan økið, sum kunnu svara upp á spurningar frá áhoyrarunum.

Tað er Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum skipar fyri fundinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder