Framløgudagur í tinginum

Í dag er seinasta freist at leggja uppskot fram, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni. Talan er um eini 50 uppskot

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11, og hann byrjar við, at atkvøðast skal um skrivligar fyrispurningar til landstýrisfólk.

Síðani skal § 25 nevnd veljast til at viðgera uppskoti til løgtingslóg um broyting í stýrisskipanini. Eftir tað eru tvær viðgerðir av málum.

Til seinast eru framløgur, og tá hetta er seinasta freist at leggja uppskot fram, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni, er gravgangur eftir at sleppa framat. Kringvarpið sigur, at talan er um eini 50, ið verða løgd fram seinnapartin. Tískil kann gerast talan um ein langan dag í Løgtinginum.

Sí dagsskránna her

Eftir í dag er framvegis møguleiki fyri koma við uppskotum, um minst 17 tingfólk skriva undir uppá tað. Hetta fer Landstýrið, sambært Kringvaprinum, at gera viðvíkjandi nøkrum málum um fiskivinnu. 

Tingfundir standa á skránni hvønn vikudag frá mikudegnum 11 mars til og við fríggjadagin 20. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder