Hósdagin 11. apríl letur framsýning upp í forhøllini á Landsbókasavninum, sum vísir 72 handinnbundnar bøkur úr Norðurlondum. Henda dagin er bókbindaraverkstaðurin á Landsbókasavninum opin og høvi verður at hitta Sóleyg og Tórunna, sum dagliga starvast á verkstaðnum.
Bókabinding er eitt gamalt listahandverk, sum Norðurlond hava eina gamla siðvenju, at samstarva um. Fjórða hvørt ár verður skipað fyri ferðaframsýningini ”Norðurlendsk bókabinding” og hetta er fjórða framsýning av hesum slag.
Tann seinasta framsýningin var at síggja í Norðurlandahúsinum í 2015. Hendan byrjaði í Finnlandi í fjør, og hevur síðani ferðast í hinum Norðurlondunum og verður komandi vikurnar at síggja á Landsbókasavninum.
Ein dómsnevnd við yrkisbókbindarum, sniðgevum og grafikarum hava peikað á tær bøkurnar sum skara framúr, men allar 72 bøkurnar eru framúr gott handverk - flott listaverk sum verd eru at síggja.
Tann dagin framsýningin letur upp, verður høvið at sleppa inn á verkstaðin á Landsbókasavninum, at síggja hvussu arbeiðið við bókabinding fer fram.
Framsýningin verður standandi til 15. mai.
- Landsbókasavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald