2018-07-13 11:19
Framtakið er áhugafelag, sum millum annað hevur ætlanir um at gerast ein politiskur flokkur.
Áhugafelagið skrivar á facebookvanga sínum "Framtakið fyri rættinum at velja kannabis", at átak hjá Framtakinum verður í pubbini á Tvøroyri leygardagin 14.07.2018.
"Framtakið fyri rættinum at velja kannabis" er eitt nýtt áhugafelag, sum m.a. ætlar at stovna ein flokk og uppstilla eina rúgvu av "hampafólkið" til komandi løgtingsval.
Felagið hevur søkt um V-tal og er farið í gongd við at savna undirskriftir til at fáa loyvi at stilla upp til komandi løgtingsval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald