Uttanlands

Framtíðin hjá ’gin og tonic’ bjargað

ES loyvir nú, at leskidrykkurin verður kallaður ’tonic’ hóast hann onga ávirkan hevur á heilsuna

2019-03-20 14:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ginnarin kann framhaldandi tynnast við brúsandi drykki við navninum ’tonic’ – so ongin vandi er fyri tínum ’gin & tonic’ í framtíðini.

Evropeisku framleiðararnir av leskidrykkjum hava júst fingið loyvi frá ovastu ES-nevndini til framhaldandi at brúka heitið ’tonic’ um drykkin, sum er megintreyt fyri at gera kokteyl-klassikaran 'gin & tonic'.

Talan hevur annars verið um at banna brúkið av heitinum ’tonic’ fyri henda drykk. Talan er um ES-reglur, ið skulu forða fyri, at vørur, sum ikki eru heilsugóðkendar, kunnu haldast at vera heilsugóðar. ’Tonic’ ella ’tonikum’ kann nevniliga eisini vera heitið á einum heilivági, ið virkar styrkjandi ella stimulerandi.

Framleiðararnir av leskidrykkjum fóru í stríð við ES-myndugleikarnar, tá tað fyri fýra árum síðani stóðst vandi fyri, at heitið fór at blíva bannað, skrivar dr.dk. Men nú er tað so eydnast teimum at fáa ES-myndugleikarnar at góðtaka heitið ’tonic’ fyri klára leskidrykkin, ið inniheldur sukur, kinin og kolsúrni.

Beiski drykkurin varð uppfunnin av bretskum niðursetumonnum fyri yvir 100 árum síðani, sum brúktu kinin-pulvur at fyribyrgja malaria í tropunum.

Men pulvurið var so beikskt, at tey í India fóru at blanda tað við sukuri og mineralvatni við kolsúrni fyri at gera tað drekkandi.

Seinni fór onkur eisini at blanda brennivínið ginn uppí, og harvið sá kokteyl-klassikarin ’gin & tonic’ dagsins ljós.

Felagið hjá donskum bryggjaríum upplýsir fyri dr.dk, at nútíðar tonik-vatn hevur nógv minni kinin enn fyrr í tíðini. Nú á døgum verður pulvurið einans koyrt í fyri smakkin, og kininið hevur onga ávirkan yvirhøvur á heilsuna hjá teimum, sum drekka tað.

[object Object]
Føroya Bjór í Klaksvík er einasti framleiðari av 'Tonic Water' í Føroyum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder