2018-11-06 11:58
Frá ársbyrjan komandi ár, verður ikki longur gjørligt hjá sørvingum at fara til lækna í kommununi. Frá 1. januar mugu borgararnir í Sørvágs kommunu tí til lækna í Miðvági. Orsøkin er, at læknahølini í Sørvági steingja.
Sørvágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at læknahølini í bygdini hava verið sera lítið brúkt síðstu tíðina, og at hesi eru ótíðarhóskandi sambært teimum øktu krøvunum, sum verða sett til viðtaluhøli.
Av hesi grund verða borgararnir í kommununi tí noyddir at fara til viðtalu í Heilsudeplinum í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald