2025-04-21 09:12

Frans pávi er deyður, 88 ára gamal.
Tað upplýsir Vatikanið á sosiala miðlinum X.
Pávin hevur verið innlagdur við álvarsligum lungabruna fyrr í ár. Í gjár luttók hann í páskamessuni í Rom, og hann hitti eisini amerikanska varaforsetan J.D. Vance.
Frans pávi varð føddur í Argentina 17. desember 1936. Hann varð tikin í eið sum pávi 13. mars 2013 eftir páva Benedikt 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald