
Tá franska ferðamannaskipið Le Bellot skuldi leggja at bryggju á Tvøroyri í gjár, bar tað við grótkastið við Delta Seafood.
Tvøroyar Havn upplýsti fyri miðlar.fo í gjár, at skipið ikki hevði fingið stóran skaða ella nakran leka í støðuni. Eingin noyddist av skipinum. Sleiparin hjá Mest, Samson, fór suður at hjálpa ferðamannaskipinum.
Les eisini: Franskt ferðamannaskip borið við land á Tvøroyri
Tað liggur framvegis við bryggju á Tvøroyri, og tað er óvist, nær Le Bellot fer avstað aftur. Tað skuldi annars seta kós úr Trongisvágsfirði í gjárkvøldið.
Hetta skrivar KVF í morgun.
130 metrar langa skipið hevur umleið 100 ferðafólk umborð, umframt 100 starvsfólk.
Mynd: Rúni Thomsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald