Innanlands

Freistin at bjóða uppá bygging av leiguíbúðum er seinnapartin

Tórshavnar kommuna letur lendi undir Kongavarða til bygging av leiguíbúðum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-05 11:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

27. september samtykti Tórshavnar býráð at bjóða lendið undir Kongavarða í í almennari sølu til bygging av leiguíbúðum, og freistin at bjóða uppá byggingina og umsiting av leiguíbúðunum er í dag klokkan 16.

Kommunan skrivar, at talan er um 10.500 fermetrar, ið kemur at standa í røðini við síðuna av teimum fimm íbúðarhúsunum, sum vórðu bygd í 2007.

Sum liður í ætlanini hjá kommununi at skapa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, varð hendan verkætlanin boðin út til bygging og umsiting av leiguíbúðum.

Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at ynski er, at íbúðirnar standa innflytingarklárar í seinasta lagi í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder