Innanlands

Friðarlig bátastevna í Vestmanna

Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-26 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bátastevna hevur verið í Vestmanna um vikuskiftið, og í hesum sambandi vóru nógv fólk farin til Vestmannar, og hevði løgreglan eisini nógv fólk á staðnum.

Sambært løgregluni hava fólk skikkað sær fyrimyndarliga væl.

- Tað hevur gingið væl. Vit hava steðgað nógvum bilum úr Vestmanna, men har var alt í lagi, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Eisini hevur løgreglan koyrt onkur fólk heim, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, men einki mál hevur verið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder