Innanlands

Friðarlig nátt hjá løgregluni

Nógv fólk vóru í býnum í sambandi við Voxbotn, men kortini hevur løgreglan ikki havt nógv at gera

Mynd: Savnsmynd

Mynd: Savnsmynd

2018-07-01 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vóru nógv fólk savnaði niðri í Vágsbotni til stóra konserttiltakið Voxbotn, og í tí sambandi vóru nógv fleiri fólk í býnum enn vanligt.

Tað var sum á Ólavsøku, sigur vakthavandi á politistøðini. Tó hevur ikki verið nógv at gjørt hjá løgregluni í nátt.

Fleiri full fólk vóru so ólátað, at tey vórðu skuldsett fyri brot á politiviðtøkurnar, og ein teirra varð handtikin, men annars hevur verið friðarligt í býnum. Fyriskipararnir av Voxbotn hava dugað væl at hildið skil á konsertgestunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder