2018-12-01 09:15
Hetta er tíðin, har nógv jólaborðhald eru á skránni. Vakthavandi á politistøðuni í Havn sigur, at hetta merkist eisini; nógv fólk vóru úti í býnum í nátt. Tað var tó lítið og einki at gera hjá løgregluni - einki at skriva heim um.
Eftir at skeinkistøð og annað lukkaðu var skjótt, at tað gjørdist manntómt og friðarligt, og einki politmál vað skrásett í býnum ella aðrastaðni í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald