2018-12-16 09:56
Í nátt hevur veðrið ikki verið av tí allarbesta, og tað er helst orsøkin til, at fá fólk hava verið at sæð í býnum.
Náttin hevur eisini verið friðarlig hjá løgregluni.
Løgreglan hevur verið runt á skeinkistøðunum, og tá skeinkistøðini lótu aftur, fingu tveir manns bót. Tann eini fyri brot á politiviðtøkurnar, og hin fyri ikki at siga hvør hann var, tá løgreglan spurdi.
Klokkan hálvgum sjey í morgun fekk løgreglan boð um, at onkur hevði framt herverk á einum almennum vesi undir Bryggjubakka í Havn.
Annars hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald