Innanlands

Frídømdur í máli um sjónbandaeftirlit

Dómur er fallin í máli, har ein maður var ákærdur fyri ólógligt sjónbandaeftirlit av øki uttanfyri egnan bústað

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-10-17 14:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein maður var í dag frídømdur í máli, har løgreglan hevði ákært mannin fyri at hava havt ólóglitg sjónbandaeftirlit av øki uttanfyri hansara egna bústað í Tórshavn.

Maðurin hevði greitt frá, at hann hevði sett vakmyndatól upp, tí at hann skuldi prógva, at grannin kom inn á sítt grundøki og gjørdi herverk og hótti familju sína. Løgreglan metti tó, at maðurin ólógliga hevði upptøku av tí, sum fyrifórst uttanfyri sítt egna grundøki, eitt nú av almennum vegi. Eisini hevði maðurin goymt upptøkurnar, og hetta er ikki loyvt, segði løgreglan.

Løgreglan metti, at hóttanirnar móti manninum og familjuni ikki áttu at ávirka málið um ólógliga upptøku, og vildi hava mannin dømdan at gjalda 2000 kr. í bót.

Les eisini: Ynskti at verja familjuna – kann fáa 2000 kr. í bót

Verjin hjá manninum helt at løgreglan var lopin framav í málinum, og hevði viðfarið mannin sum ein stórbrotsmann við húsarannsók, hóast hesin hevði handlað í góðari trúgv, tí at løgreglan kendi til vakmyndatólini. Verjin kravdi frídøming.

Í dag fall dómur í málinum og maðurin varð frídømdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder