
Seinasta leygarkvøld var samkoma hjá Skálafjarðar kommunala sløkkiliði (SKS) í nýggju sløkkiliðsstøðini á Skála. Har varð Fróði Danielsen á Toftum heiðraður fyri 25 ára trúgva tænastu.
Fróði, sum er ættaður av Strondum, byrjaði í sløkkiliðnum í 1995 og hevur verið partur av sløkkiliðnum á eystara armi síðani 2004. Fróði Danielsen er liðleiðari í SKS, skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.
Jóhannus Danielsen, formaður í SKS, takkaði Fróða fyri trúgva tænastu og stóra og týdningarmikla arbeiði, sum hann ger fyri SKS og kommunurnar við Skálafjørðin. Á samkomuni fekk Fróði heiðurmerki í silvuri, sum hennara hátign drotning Margretha hevur sett á stovn fyri sløkkiliðsmenn, ið hava verið í trúgvari tænastu meiri enn 25 ár.
Ólavur, Andras og Louis eisini heiðraðir
Á samkomuni fingu tríggir sløkkiliðsmenn, Ólavur Berg, Andras Hansen og Louis Houmann, gávu handaða frá formanninum fyri trúgva og góða tænastu, nú teir eru farnir um 70 ára aldur, og givnir í arbeiðnum hjá SKS. Teir fingu hvør sín málning, sum Jørgin Olsen í Runavík hevur málað.
Ólavur Berg og Andras Hansen av Skála blivu útnevndir til sløkkiliðsmenn í 1975 og hava sostatt verið sløkkiliðsmenn í meira enn 45 ár. Teir fingu í 2015 handaða “Dronningens Fortjenestamedalje”
Louis Houmann úr Oyndarfirði hevur verið sløkkiliðsmaður í SKS, síðani Oyndafjarðar kommuna legði saman við Runavíkar kommunu í 2005. Undan tí var hann partur av sløkkiliðnum í Oyndarfirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald