Vísindaliga tíðarritið Fróðskaparrit hevur fingið fleiri nýggjar limir í ritstjórnina. Nýggju limirnir eru Eyðfinn Magnussen, Firouz Gaini, Kalpana Vijayavarathan og Malan Marnersdóttir. Frammanundan vóru Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr í ritstjórnini. Allar deildir Setursins eru umboðar í ritstjórnini.
Erla Olsen, sum hevur verið høvuðsritstjóri síðani Dorete Bloch legði frá sær í 2015, valdi herfyri at taka seg úr ritstjórnini vegna aðrar uppgávur.
Nýggja ritstjórin, sum nú telur 6 limir, hittist á fyrsta fundi 28. juni saman við Helga Jacobsen, journalisti, sum hevur átikið sær at verið samskipari, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.
Ætlanin er at fáa Fróðskaparrit í eina fastari legu. Rit 65, sum átti at komið í 2018, skal koma út tíðliga í heyst. Eisini verður miðað eftir at fáa rit 66 út í 2019. Greinar verða eftir ætlan lagdar á heimasíðuna fsj.um.fo so hvørt tær eru góðkendar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald