Innanlands

Fróðskaparsetur Føroya gjørt spurnarblað um lendisnýtslu í Sandoyar sýslu

Kanningin verður gjørd, tí broytingat kunnu væntast í lendisnýtslu og bústaðarmynstri

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

2018-07-06 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fróðskaparsetrið hevur gjørt eina spurnarkanning. Kanningin snýr seg um, hvussu lendi í Sanoyar sýslu verður nýtt í dag, og hvønn búskaparligan og mentanarligan týdning verandi lendisnýtsla hevur fyri fólk á staðnum.

Kanningin verður gjørd, tí broytingar kunnu væntast í lendisnýtslu og bústaðarmynstri m.a. orsakað av komandi undirsjóvartunlum og øktum ferðavinnuvirksemi.

Hevur ein nakað tilknýti til Sandoyar sýslu, ber til at svara spurnarblaðnum her.

Kanningin er ónevnd, og upplýsingarnar verða einans nýttar soleiðis, at ikki ber til at eyðmerkja svarini.

Til ber eisini at lesa um kanningina á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder