Innanlands

FT Net eitur nú NET

Dótturfelagið í Føroya Tele-samtakinum, sum rekur undirstøðukervið, fær í dag nýggjan samleika og broytir navn

2018-10-26 14:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá Føroya Tele í 2005 varð umskipað til eitt samtak, varð arbeiðið at reka undirstøðukervið lagt út í dótturfelagið FT Net.

Í dag skiftir FT Net samleika og eitur framyvir NET. Endamálið við NET er at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.

NET er sett í verðina fyri at tryggja føroyska samfelagnum eitt grundarlag, sum kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans krøv og nøkta tørvin hjá føroyskum fjarskiftisveitarum og borgarum.

Alt tele- og datasamskifti úr Føroyum út í heim gongur gjøgnum kaðlarnar SHEFA-2 og CANTAT-3, sum NET rekur. Tað eru hesir, sum tryggja borgarum og vinnulívi støðuga atgongd til altjóða samfelagið og virknan lut í alheimsgerðini.

Eins og í grannalondum okkara hongur samfelag okkara alsamt meiri á undirstøðukervinum. Ikki minst vøkstur og framburður eru beinleiðis treytað av máttmiklum og støðugum fjarskiftistænastum á hægsta menningarstigi.

At knýta bygd, bý og evropeiska meginlandið nærri saman er ein langskygd samfelagsuppgáva, sum higartil hevur tikið 112 ár at menna undir Føroyum. Men tað er eisini ein skylda, sum pliktar NET langt inn í framtíðina.

Tað er við hesum skyldum í huga, at dótturfelagið í dag almannakunnger nýtt navn og fer til verka við nýggjum samleika.

- NET

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder