Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær ítøkilig mál fyri fólkavøkstri. Fólkatalið í kommununi skal økjast við 550 fólkum komandi 32 árini. Í 2050 skal fólkatalið vera 2050, ljóðar málsetningurin.
Nýggjasta uppteljingin hjá Hagstovuni sigur, at tað í løtuni búgva 1532 fólk í kommununi, 1519 í Fuglafirði (og Kambsdali) og 13 á Hellunum.
Fíggjarætlanin fyri komandi ár varð samtykt á býráðsfundi á Miðnámi í Kambsdali í gjár, og málsetningurin um fólkavøkstur sæst aftur í íløguætlanunum.
Fleiri nýggjar útstykkingar eru ella verða settar í verk. Fimm milliónir krónur eru settar av til eina íbúðarverkætlan á vestara landi í Fuglafirði og tríggjar milliónir eru settar av til 16 grundstykki á Kambsdali. Arbeiðið við at gera 12 grundstykki við Bøveg í Fuglafirði eru í gongd, og væntandi er klárt at fara at byggja til várs, skrivar Fuglafjarðar kommuna í tíðindaskrivi.
Stóra íløgan fyri tíðina hevur eisini tilknýti til ætlanina um at talið av borgarum í kommununi skal fjølgast í komandi árum. Tað er byggingin av nýggjum barnaskúla, sum er væl á veg og væntandi skal standa klár á heysti 2020. Í 2019 hevur kommunan sett 36,8 milliónir av til skúlabyggingina.
10,7 milliónir verða settar av til nýtt ítróttarhús og ljósmastrar við fótbóltsvøllin í Fløtugerði. Og á eldraøkinum eru 6,4 milliónir settar av til at útbyggja Vesturstovu við minst fýra plássum.
Orsaka av nógvu og stóru íløgunum, má kommunan halda aftur í rakstrinum, verður sagt.
Mettu inntøkurnar fyri 2019 eru samanlagt góðar 71 milliónir krónur. Raksturin er mettur at fara at kosta 58,2 milliónir krónur, svarandi til ein vøkstur á góð 5 prosent, harav eldraøkið fer avstað við til mesta av vøkstrinum.
Skattaprosentið í Fuglafjarðar kommunu verður óbroytt í 2019, 21,5 prosent og barnafrádrátturin eisini óbroyttur, 6.500 krónur pr. barn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald