2018-10-21 09:46
Rættiliga nógv fólk vóru í býnum í nátt, og arbeiðið hjá løgregluni var eisini merkt av tí.
Løgreglan hevur fleiri ferðir verið og tikið full fólk upp, bæði í Havn og í Klaksvík, og koyrt tey heim.
Eisini hevur verið húsaófriður í Havn. Tá tað ikki eydnaðist at fáa skil á støðuna, mátti løgreglan taka ein mann við sær til Klaksvíkar.
Eisini varð løgreglan boðsend í Klaksvík, tá tveir menn gjørdust ósamdir, og tað endaði við, at annar varð sligin í andlitið. Hin maðurin er nú skuldsettur fyri harðskap, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald