Innanlands

Fulla last hvønn túr

Sigla umleið 20 túrar um samdøgri á Skálafjørðinum við gróti frá tunnilsmunnanum á Strondum

Jógvan Frídal Johannesen og Regin Joensen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jógvan Frídal Johannesen og Regin Joensen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-11-13 20:25 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit sigla 350 rúmmetrar av gróti hvønn túr, sum svarar til umleið 35 lastbilar.
Vit sigla umleið 20 túrar um samdøgrið. So, skuldi alt grótið, vit sigla um Skálafjørðin um samdøgrið, verið koyrt við lastbilum, so svarar tað til uml. 700 lastbilar.

Tað sigur skiparin á grótbátinum Ragnhild, Jógvan Frídal Johannesen.

Ragnhild hevur síðstu mánaðirnar siglt frá Strondum og yvir í Rókina ella til Saltangará við gróti frá undirsjóvartunnlinum. Rundkoyringin í Rókini er liðug, og tað er næstan liðugt at sigla grót til nýggja havnalagið í Saltangará.

Møguliga skal grót eisini fyllast út millum rundkoyringina og bryggjuna við Mekanik. Síðstu tíðina hevur Ragnhild eisini siglt grót út á Toftir, tí molin skal leingjast.

Jógvan og Regin Joensen, eru á vakt saman; teir vóru blíðir við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í farnu viku. Teir eru ein av fýra manningum, sum hoyra til Ragnhild. Teir eru umborð í 12 tímar og hava so frí í 12 tímar og arbeiða í fýra vikur og hava so frí í fýra vikur.

Síðstu dagarnar er ymiskt viðlíkahald gjørt við skipið, og tí hevur Ragnhild ligið við bryggju um dagin og siglt um kvøldið og um náttina.

Teir trívast væl umborð, hóast stýrhúsið er einasta tilhaldsrúm umborð.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder