Innanlands

Fullur maður, ferðsluóhapp og leys neyt á vegnum

Hóast vikuskifti er, hevur løgreglan havt eina heldur friðarliga nátt í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-11-10 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast vikuskifti er, hevur løgreglan havt eina heldur friðarliga nátt í nátt.

Í Eysturoynni gjørdu tey ferðamátingar nærhendis Norðskálatunnilin, og har vórðu tveir bilar skrásettir fyri at hava ov nógva ferð. Annar koyrdi 105 og hin 108 kilometrar um tíman. Báðir bilførararnir fáa klipp í koyrikortið.

Trupulleiki við leysum neytum á vegnum við Velbastað er ikki ókendur, og í nátt vóru fleiri fráboðanir, har fólk ávaraðu um vandan av stóru dýrunum, sum gingu á vegnum.

Vakthavandi á løgreglustøðini vónar, at tað skjótt fæst ein semja millum festara og myndugleika, so sleppast kann undan vandanum á vegastrekkinum her. Ongin skaði stóðst av neytunum í nátt.

Við Løgmannabreyt í Hoyvík var eitt lítið ferðsluóhapp tá ein bilur koyrdi heldut tætt aftan fyri ein annan, og ikki megnaði at støðga tá hin fremri gjørdi tað. Bilurin rendi upp í hin og smávegis materiellur skaði stóðst av óhappinum.

Fá fólk vóru í býnum í Havn í nátt orsaka av keðiliga veðrinum. Løgreglan mátti flyta ein fullan mann til hús. Í illfýsna veðrinum var maðurin farin inn á eitt hotel í býnum at leggja seg – i kki við at leiga sær eitt kamar, men við at leggja seg á eina sofu í móttøkuni. Hetta ber ikki til, og við hjálp frá løgregluni varð maðurin fingin heim til rættan bústað at sova rúsin av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder