Uttanlands

Funnu 40 kilo av plasti í smáhvali

Hvalir doyggja av at eta plastið, sum rekst á havinum

(Mynd: D' Bone Collector Museum)

(Mynd: D' Bone Collector Museum)

2019-03-19 08:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein deyður hvalur, sum skolaði upp á land í Filipsoyggjum, hevði meira enn 40 kilo av plastikposum í maganum. Talan var um ein 4,69 metra langan ungan kallhval.

Boð vóru send eftir stovnaranum av D’Boone Collector Museum, Darrel Blatchley, um at koma at kanna deyða hvalin, og tá hann kom til magan, var hann ikki í iva um, hvat hvalurin var deyður av.

- Hvalurin er deyður av at eta plast. Eg hevði ikki roknað við so nógvum plasti, sigur amerikanski savnseigarin, ið eisini er havlívfrøðingur.

Í maganum fann hann eitt nú 16 ríssekkir og fleiri beriposar frá handilsketum.

- Hetta er ólekkurt. Myndugleikarnir mugu gera okkurt við hetta og forða fyri at havið verður brúkt sum ruskspann, leggur Darrel Blatchley afturat.

Hvalurin varð funnin 15. mars á eini strond eystan fyri filipinska býin Davao City. Hvalurin vísti seg at vera svøltaður og uppturkaður, hann hevði spýð blóð áðrenn hann doyði.

Darrell Blatchley greiðir frá, at yvir 60 hvalir eru deyðir har í økinum seinastu tíggju árini av ymsum orsøkum, men fleiri orsaka av at hava etið plast.

Hann greiðir frá, at sjálvt smáar mongdir av plasti gera skaða á hval. Hvalur kann ikki sodna plastið, sum setir seg fast í tarmunum. Hetta fær hvalin at halda, at hann er mettur. Slíkt førir til uppturking og hungran.

Fyri tveimum árum síðani var ein líknandi hvalur funnin í Noregi nærhendis Bergen, hóast hetta slagið vanliga livir í heitari sjógvi. Tá funnu tey 30 plastposar í maganum, skrivar tv2.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder