Á býráðsfundi hóskvøldið skulu býráðslimirnir taka støðu til eitt mál um tíðaravmarkaða parkering í miðbýnum.
Síðani skúlastovurnar aftan fyri Sjónleikarhúsið vórðu tiknar niður, hevur kommunan havt eina munnliga avtalu við Havnar sjónleikarfelag um at nýta økið til almenn parkeringspláss. Nú er tíðin komin til at skipa hesi viðurskiftini og at fáa í lag eina avtalu við Sjónleikarhúsið.
Tekniska fyrisiting hevur arbeitt við málinum, sum varð samtykt í býráðnum í mars í ár, og farið var undir at skipa økið til parkering. Torshavn.fo skrivar, at undir arbeiðinum kom ein 250 m2 gamal kjallari undan kavi við betongdekki og asfalti omanyvir, sum hongur á nøkrum betongsúlum. Tað vísti seg, at tilfarið á 60 ára gamla dekkinum var í vánaligum standi, og tískil má størri umvælingararbeiði til fyri at tryggja neyðugu trygdina hjá borgarunum.
Mynd: Torshavn.fo
Umvælingin fevnir um at brekka alt dekslið og síðani at fylla kjallaran við gróti. Hetta verður mett at kosta 450.000 kr. og skal býráðið hóskvøldið taka støðu til at játta hesa upphædd til arbeiðið.
Avtalan við Havnar sjónleikarfelag um lán av parkeringsbásum verður í sama viðfangi broytt frá 10 til 30 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald