Í gjár frættist, at Taylor Hawkins, ið hevði verið trummusláari í amerikanska rockbólkinum Foo Fighters síðan 1997, var deyður.
Les eisini: Trummusláarin Taylor Hawkins deyður
Hann varð funnin deyður í sínum hotelkamari í kolumbiska høvuðsstaðnum Bogotá fríggjakvøldið, sama dag sum bólkurin skuldi framføra.
Einki varð sagt um deyðsorsøkina, men fleiri altjóða miðlar, harímillum BBC, skriva, at 50 ára gamli Taylor Hawkins hevði tíggju sløg av rúsevnum og heilivági í kroppinum, áðrenn hann doyði. Talan var millum annað um marijuana og heilivág móti tunglyndi.
Hvørt hesi evnini vóru orsøkin til, at hann doyði er framvegis ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald