2018-11-17 10:59
Nú klokkan 11 verður landsfundurin hjá Fólkaflokkinum settur í Salt á Drelnesi.
Fundurin byrjar við, at floksformaðurin Jørgen Niclasen heldur sína formansfrágreiðing.
Gestarøðari á landsfundinum verður fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, nú fíggjarmálaráðharri, Bjarni Benediktsson úr Sjálvstæðisflokkinum.
Fólkaflokkurin stendur sambært seinastu veljarakanningunum til at gerast størsti flokkur á løgtingi, um val varð hildið nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald