Nýggjar fylgisveinamyndir, sum vóru avdúkaðar í gjár, vísa fleiri enn 12 loyniligar rakettstøðir í Norðurkorea. Myndirnar vísa, at Norðurkorea heldur fram við síni rakettætlan, nú alt bendir á, at samráðingarnar við USA um at steðga við rakkettætlanunum er steðgað.
Mett verður, at amerikanska fregnartænastan hevur vita um hesar loyniligu rakettstøðirnar, men Donald Trump, forseti í USA, hevur aldrin alment viðgingið at kenna til tær. Donald Trump hevur sagt, at Norðurkorea ikki longur er ein kjanorkuhóttan, eftir at hava fundast við Norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, í juni, skrivar CNN.
Amerikanska loynitænastan CIA vil ikki viðmerkja myndirnar, men amerikanskir embætismenn siga seg stúra fyri at Norðurkorea hevur havt loyniligar rakettstøðir, har arbeitt verður við at menna raketttøkni og møguliga teirra kjarnorkuætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald