Umfatandi bjargingaroyndin av 12 dreingjum og fótbóltsvenjara teirra, sum hava verið innibyrgdir í einum helli í Tailandi hevur verið í gongd í allan dag.
Fyrstu tveir dreingirnir vórðu tíðliga seinnapartin fingnir út, og um 16 tíðina føroyska tíð vórðu tveir dreingir afturat bargaðir.
Hesir fýra eru teir, sum eru best fyri, skrivar AP tíðindastovan.
Talan er um eitt stórt bjargingarátak, har 13 altjóða kavarar og fimm kavarar frá tailelendska Navy Seals luttaka.
Fótbóltsliðið hevur verið innibyrgt í hellinum í 14 dagar. Hellið liggur í Chiang Rai og er nær markinum til Myanmar.
Teir 12 dreingirnir og venjari teirra vóru á útferð og leitaðu sær skjól í hellinum fyri regni. Men teir sluppu ikki útaftur tá vatnið fór at fløða.
Mynd: TV2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald