Uttanlands

Fýra evropeisk lond stuðla egyptisku ætlanini fyri Gaza

Sambært uttanríkismálaráðharrum í Fraklandi, Týsklandi, Italia og Stórabretlandi er hetta eitt realistiskt uppskot, sum fer at bøta um umstøðurnar hjá palestinum

Flóttafólk í Gaza (Mynd: EPA)

Flóttafólk í Gaza (Mynd: EPA)

2025-03-08 18:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland, Týskland, Italia og Stórabretland taka undir við arabisku ætlanini um endurupbygging av Gaza.

Uttanríkismálaráðharrar í londunum siga í felags fráboðan, sum Ritzau endurgevur, at ætlanin er realistisk og fer at bøta um vanlukkuligu liviumstøðurnar hjá palestinum í Gaza.

Uppskotið eigur Egyptaland, og tað er eitt aftursvar til ætlanirnar, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fyri Gazageiran.

Í februar segði Trump, at ætlanin er at flyta tvær milliónir palestinar úr Gaza til Jordan og Egyptaland, og so skal Gaza byggjast uppaftur og gerast til eitt "riviera í Miðeystri".

Hetta er tó ikki eitt uppskot, sum tey taka undir við í Miðeystri, og felagsskapurin fyri islamiskt samstarv, (OIC), sigur seg eisini taka undir við uppskotinum hjá Egyptalandi.

Sambært uppskotinum hjá Egyptalandi skal Gazageirin byggjast uppaftur og vera undir palestinskari umsiting, og skulu palestinar ikki rekast úr økinum. Tað er ikki greitt, hvønn leiklut Hamas-rørslan skal hava.

Bæði USA og Ísrael hava avvíst uppskotið hjá Egyptalandi.

Les eisini: Arabisku londini við ætlan um enduruppbygging av Gaza

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder