Innanlands

Fýra ferðsluóhapp í gjár

Nógvi vindurin og regnið elvdi til fleiri ferðsluóhapp

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-26 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvi vindurin og regnið fyrrapartin í gjár elvdi til fýra ferðsluóhapp.

Klokkan 8.06 var eitt ferðsluóhapp við Norðskálatunnilinum, har førarin misti tamarhaldið á bilinum.

Klokkan 8.20 varð ein bilur tikin av vindi og koppaði á liðina í Kollfjarðadali.

Klokkan 11.14 var eitt ferðsluóhapp á Ringvegnum í Havn, har ein bilur rendi í annan bil, tí hann ikki kláraði at steðga. Bilarnir fingu báðir skaða, og báðir førarar fóru til kanningar á sjúkrahúsininum.

Klokkan 15.10 bleiv ein lastbilur tikin av vindi og endaði við at koyra útav vegnum tætt við Effo-støðina í Kollfjarðadali.

So vítt løgreglan veit, elvdi eingi av hesum óhappunum til fólkaskaða, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder