Innanlands

Fýra kannaðir og fimm fingu bót

Løgreglan kannaði tunga ferðslu á Kaldbaksvegnum í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-14 15:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Millum klokkan 10 og 12:30 í gjár gjørdi løgreglan kanningar av tungari ferðslu á Kaldbaksvegnum.

Fýra av bilunum, sum vórðu kannaðir, fingu tilsamans fimm bøtur.

- Tá talan eru um tungar bilar, so kann tað henda, at brekið á bilinum er so stórt, at ikki bert bilførarin, men eisini eigarin fær bót. Tað hendi í eina førinum í gjár, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tann eini bilurin varð koyrdur á Akstovuna, har gjøllari kanningar vórðu gjørdar, tí at mett var, at brekið var so stórt, at bilførarin møguliga skuldi hava klipp í koyrikortið.

Tveir lastbilar og ein vøruvognur vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Eisini er ofta ein trupulleiki við stórum bilum, at dekkini eru slitin. Hetta vísti seg at verða í tveimum førum í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder