Innanlands

Fýra uppskot frá Tjóðveldi til viðgerðar í tinginum

Løgtingið skal í dag millum annað viðgera uppskot um stórhøll og at skerja ríkisveitingina

Ætlanir eru at gera eina stóhøll á Strondum

Ætlanir eru at gera eina stóhøll á Strondum

2021-09-10 09:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðveldi eigur øll fýra uppskotini sum verða viðgjørd í tinginum í dag.

Tingið skal millum annað viðgera uppskot til samtyktar um at byggja stórhøll til innandura ítrótt og størri tiltøk.

Uppskot til eina marghøll er gjørt av privatum, har ein kostnaðarmetin er millum 100 og 150 mió.  – alt eftir, hvussu nógv verður lagt afturat umstøðum og møguleikum fyri ymsu ítróttagreinarnar, kringumstøður og útgerð til mentanartiltøk.

Hvar í landinum, hon verður bygd, er ikki avgerandi, men at hon verður bygd sum skjótast, sigur Høgni Hoydal í uppskotinum.

Eisini er uppskot um ríkisveiting. Ríkisveitingin skal minka við 90 milliónum krónum um ári komandi sjey árini, so veitingin frá dønum, sum í dag er 641,8 milliónir krónur, er heilt burtur í 2030.

Hini bæði uppskotini eru um, at tað skal vera ókeypis hjá borgarum at taka pening úr peningastovni. Annar av stóru banknum tekur 50 krónur ú gjaldi fyri hetta, og síðani at játtanin til Filmsgrunnin skal hækka við 500.000 krónum á hvørjum ári

Eisini hevur tjóðvendi lagt fram uppskot um at høkka játtina til filmsgrunnin við 500.000 krónur á hvørjum ári, til 10-12 milliónir eru at lata úr grunninum árliga.

Tingfundurin byrjar klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder