Næstu dagarnar er fyri tað mesta turt, men í nátt regnar.
Einki avfall er fram til klokkan 20 í kvøld. Tað er frískur vindur um 10 m/s av landsynningi sunnan líka til í morgin tíðliga. Í kvøld fer at regna, millum 0,1 og 1,3 mm líka til á middegi í morgin. Hitin um 8-9 hitastig.
Í morgin minkar eitt sindur í vindinum. Um 10 tíðina er fleyr til gul av útsynningi og landsynningi millum 1 og 4 m/s. Síðani veksur aftur til frískan vind av landsynningi sunnan millum 9 og 10 m/s. Frá middegi er turt, og millum 8 og 9 hitastig.
Hósdagin er frískur og hvassur vindur av landsynningi sunnan millum 10 og 15 m/s. Einki avfall fram til kvøldið, tá eitt sindur av avfall er, um 0,9 mm. Hitin verður 8 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald