Innanlands

Fyrilestrar um búskap og umhvørvi í annaðkvøld

30. mars hevur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag aðalfund. Á skránni eru m.a. fyrilestrar við Jóannes Jacobsen og Unn Kragesteen.

2019-03-29 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur aðalfund 30. mars kl. 16 á Føroyamálsdeildini (V.U. Hammershaimbsgøta 22).

Fundurin byrjar við framløgum, har yvirskipaða evnið er umhvørvi og búskapur. Umhvørvis- og náttúruvernd verður undirraðfest í kommunu- og landsplanlegging. Men hví verða pengar valdir framum umhvørvi, og ber til at sameina hesi bæði, sum eru hvørjum øðrum so ólík?

Jóannes Jacobsen, adjunktur í búskaparfrøði, heldur fyrilestur við heitinum: Vantandi virðismeting av vistfrøðiligum skipanum sum framleiðarar av vørum og tænastum - ein búskaparfrøðilig náttúrumynd.

Unn Kragesteen, MA í lóg, heldur fyrilesturin: Hvønn týdning hevur peningur í mun til eitt burðardygt samfelag?

Hareftir verður skrá sambært lógum felagsins.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder