Innanlands

Fyrilestur um strongd í Klaksvík

Er neyðugt hjá mær at hava strongd?

2018-11-09 09:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt av evnunum, ið er nógv uppi í tíðini er tað, at so nógv fólk eru strongd. Summi hava eisini ótta, meðan onnur líða av tunglyndi.

Tað er tó ringt at siga nágreiniligt, hvussu mangir føroyingar líða av strongd. Mendonsk tøl vísa í øllum førum, at einir 430.000 danir, sum svarar til umleið 12 prosent av fólkinum, hava symptom uppá herviliga strongd hvønn einasta dag. Hví er tað so? Skal tað vera so? Og hvørjar eru tær sálarligu avbjóðingarnar í gerandisdegnum hjá okkum føroyingum?

Hetta evnið verður høvið at frætta nærri um týsdagin 13. november, tá fyrilestur um evnið verður hildin í nýggju hølunum hjá “Gloym meg ei” í Klaksvík.

Her fer sálarfrøðingurin Erling Fles at greiða frá um tær sálarligu avbjóðingarnar sum vit liva í í dagsins samfelagi. Erling dugir væl at greiða frá, og høvið verður somuleiðis hjá fólki at seta honum spurningar aftaná framløguna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder