Uttanlands

Fyrrverandi hvítarussiskur andstøðuleiðari: Trump kann fáa øll leyslatin

Sergej Tikhanovskij varð um vikuskiftið leyslatin saman við 13 øðrum politiskum fangum í Hvítarusslandi, og sambært honum hevur amerikanski forsetin vald og møguleika at fáa allar politiskar fangar leyslatnar

Hvítarussiski andstøðuleiðarin Svetlana Tikhanovskaja tekur ímóti manninum, Sergej Tikhanovskij í Litava (Mynd: EPA)

Hvítarussiski andstøðuleiðarin Svetlana Tikhanovskaja tekur ímóti manninum, Sergej Tikhanovskij í Litava (Mynd: EPA)

2025-06-23 18:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi hvítarussiskiski andstøðuleiðarin, Sergej Tikhanovskij varð leygardagin leyslatin úr fongsli, har hann hevði sitið í umleið fimm ár.

Hann varð náðaður og leyslatin saman við 13 øðrum fangum og fluttur úr Hvítarusslandi til Litava. Sambært litavska uttanríkismálaráðnum eru allir fangarnir tryggir.

46 ára gamli Tikhanovskij hevur funnist hvassliga at stjórnini í Hvítarusslandi, og ætlaði hann at stilla upp ímóti sitandi forsetanum, Aleksandr Lukasjenko á valinum í 2020, men hann varð fongslaður stutt áðrenn valið.

Lukasjenko hevur sitið við valdið síðan 1994, og verður hann ofta nevndur seinasti einræðisharri í Evropa.

Í 2021 fekk Tikhanovskij 18 ára fongsulsrevsing fyri at skipa fyri ófriði og eggja til hatur. Hareftir fekk hann 18 mánaðir afturat fyri ólýdni.

Tikhanovskij og hinir fangarnir vórðu leyslatnir, eftir at serliga amerikanska sendifólkið hjá USA, Keith Kellogg vitjaði í Minsk, har hann m.a. hitti Lukasjenko.

Kona Tikhanovskij, Svetlanda Tikhanovskaja tók upp leiklutin sum andstøðuleiðari, eftir at maður hennara varð fongslaður, og takkaði hon USA fyri teirra leiklut í leyslatingini.

Tikhanovskij vil nú hava amerikanska forsetan, Donald Trump at tryggja leyslatingini av øllum politiskum fangum í Hvítarusslandi.

– Trump forseti hevur vald til og møguleika at leyslata allar politiskar fangar í Hvítarusslandi við einum orði, og eg heiti á hann um at gera tað, sigur Tikhanovskij, sum leggur afturat.

Hvítarussiski mannarættindafelagsskapurin Viasna sigur, sambært Ritzau, at fleiri enn 1.000 politiskir fangar enn sita í fongslunum í Hvítarusslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder