Vinnararnir av Friðarheiðursløn Nobels 2018 er júst avdúkaðir í Oslo. Vinnararnir eru Denis Mukwege og Nadia Murad.
Denis Mukwege er serlækni í kvinnusjúkum og er serkønur í at hjálpa kvinnum, sum eru hópneyðtiknar. Hann er vorðin ein av leiðandi serfrøðingunum í heiminum í hvussu ein leikir skaðarnar eftir neyðtøku. Mukwege hevur virkað at við hjálpa kvinnum undir borgarakrígnum í Kongo.
Kurdiska Nadia Morad er partur av tí átrúnaðarliga yazidi minnilutabólkinum. Hon varð tikin til fanga av yvirgangsfelagsskapinum Islamiskur Statur í 2014, seld sum trælur, pínd og neyðtikin. Hon kláraði at flýggja, og arbeiðir í dag sum menniskjaatgerðarfólk, har hon hjálpir flóttafólki og ofrum fyri sexhandli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald