Leygarkvøldið 12 oktober verður Hoyvíkshøllin karmur um eitt risa flashback aftur til 90ini. Hópin av góðum mati verður at fáa og fleiri rimmar konsertir verða at njóta. Og nú skal fyrsta navnið avdúkast.
Cotton Eye Joe koma við sínum festligu hittum at seta lív í høllina. Við løgum sum “Wish You Were Here”, “Old Pop In An Oak” og ikki minst “Cotton Eye Joe” fara tey at senda okkum aftur í dansistøðini í 90unum, tá tey sameindu dansitónleik við kitsj country tónleik.
Svenski bólkurin gav út fløguna Sex and Violins í 1995, og útgávan feyk beint inn í hittlistarnar kring heimin. Brádliga sóust fólk dansa line dance í diskotekunum. Munnu vit fara at uppliva tað aftur í Hoyvíkshøllini tann 12. oktober?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald