Innanlands

Fyrsta útgávan av blaðnum fyri eldri komin út

- Endamálið er at vísa á, at aldurdómurin er verdur at gleða seg til. Tað sigur Hansa Hansen, samskipari á Fyndini

2018-11-30 14:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað at gerast eldri verður oftast umtalað í sambandi við pensión, eldrarøkt og enntá viðhvørt sum “eldrabyrða”.

Hetta hava Hansa Hansen og hini, ið standa handan blaðið sett sær fyri at royna at broyta.

- Vit vilja bróta vanahugsan um aldurdóm og ístaðin geva pláss fyri søgum um møguleikar, orku og royndir. Longu í sambandi við fyrsta blaðið hava vit fingið íblástur til komandi bløð, tí tað eru so nógvar áhugaverdar søgur at fortelja, greiðir Hansa Hansen frá.

Tað er Norðlýsið ið gevur blaðið út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder