Eins og mongu undanfarnu árini skipar Bátafelagið á Toftum fyri ársins fyrsta bátafestivali, sum verður leygardagin 4. mai. Nógv áhugavert er á skránni. Bæði kent og gott gamalt, men sjálvandi eisini okkurt nýtt og áhugavert.
Fimtanda árið á rað skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali á kaiøkinum í bygdini. Festivalurin plagar at vera væl vitjaður, og tað vænta og vóna fyrireikararnir eisini fer at galda í ár.
Eins og undanfarnu árini verður festivalurin hildin fyrsta leygardag í mai, sum í ár fellur dagurin 4. mai.
Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagarnar. Longu hósdagin 4. mai letur kampingøkið við Toftagjógv upp, eins og vitjandi bátar sama dag høvdu møguleikar fyri at fáa pláss í bátahavnini.
Á sjálvun festivaldegnum 4. mai verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði á middegi. Klokkan 12.30 verður byrjað at sigla út móti Toftum, har bátarnir plaga at koma út móti havnalagnum umleið klokkan 14. Ein hálvan tíma áðrenn – tað er klokkan 13.30 – byrja harmonikuleikarar at spæla við bátahylin í Oyrunum., og klokkan 14 er kaffisøla og tombola í festivaltjaldinum, tá eisini hoppiborgirnar fyri børnini lata upp.
Klokkan 14.30 heldur Jóannes Hansen festivalrøðu í Oyrunum. Pylsuvognur letur upp á festivaløkinum klokkan 15, og hálvan tíma seinni byrjar sølan av væl umtøktu festivalbúffunum, eins og Eyðun Jacobsen leggur fyri við sangi í tjaldinum. Eftir hann koma Karstin Danielsen, Terji Vestergaard og Sámal Ravnsfjall við sínum sangi og tónleiki.
Sum nakað nýtt verður møguleiki fyri at koma út at sigla eina løtu við einum skjóttgangandi ribbáti, eins og at rógva kajakk í bátahylinum.
Klokkan 18.10 er mótasýning, og klokkan 19 syngið-við-tiltak við harmonikuundirspæli. Prikkin yvir i’ið seta sjálvandi Hallur Joensen og hansara band, ið aftur í ár spæla til dans frá klokkan 23.00.
Fyrireikararnir hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin fer at eydnast væl og gleða seg til at taka ímóti nógvum gestum leygardagin 4. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald