Demokraturin, Kyrsten Sinema varð mánadagin kosin vinnari av senatsvalinum í Arizona eftir at tey hava talt í næstan eina viku eftir valið í síðstu viku.
Við sigrinum á republikansku Martha McSally, gjørdist Sinema fyrsti demokratiski senatorurin í Arizona síðan 1994. Hon avloysir Jeff Flake, sum ikki stillaði uppaftur.
Martha McSally hevur longu ringt til Sinema og ynskt henni tillukku við valsigrinum, skrivar Ritzau.
Sigurin hjá Sinema staðfestir samstundis støðuna hjá Arizona sum sokallaður ”svingstatur” eftir leingi at hava havt republikanska yvirvág.
Fyrrverandi friðaraktivisturin, sum nú vann, nevnir eisini ein republikanara sum fyrimynd sína – nevniliga fyrrverandi forsetavalevnið, John McCain, sum doyði í august.
Hon sigur, at hon fer at gera eins og fyrrverandi Arizona-senatorurin, og ”seta landið fram um flokkin”, skrivar AP.
Hóast Sinema nú fær pláss í Senatinum, so broytir tað ikki republikanska meirilutan í kamarinum.
Republikanararnir fáa minst 51 sessir í Senatinum, meðan Demokratarnir fáa minst 47. Tað verður framvegis bíðað eftir úrslitunum í Florida og Mississippi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald