
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er hald er lagt á kokain við innkomu til Svalbard. Hetta kann Svalbardposten nú staðfesta.
Oyggjabólkurin í Noreg er meira kendur fyri kulda enn fyri brotsverk.
Tað var norska tollvaldi, sum í gjár fann nakað av kokaini í viðførinum hjá einum manni, sum var lendur í Longyearbyen.
Rættari sagt var tað ein hundur, sum avrikaði hetta.
Lokalblaðið skrivar, at tað var rúsevnishundurin Trygve, sum fann bæði kokain (0,4 gram) og 17 gram hash-
Loyvi er ikki til tess, og maðurin játtaði seg eisini sekan. Hann fekk eina bót á 12.500 norskar krónur, sum svarar til umleið 8.000 danksar krónur, skrivar tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald