Stóra verkætlanin hjá NET at leggja fipur út til øll húsarhald og harvið framtíðartryggjað føroyska samfelagið fer nú av bakkastokki. Síðst í november fáa fyrstu húsarhaldini møguleika at fáa sítt breiðband gjøgnum fipur.
Netfelagið í Føroyum, NET, sum rekur undirstøðukervið og hevur til endamáls at menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber, letur nú dyrnar upp fyri telefeløgunum báðum, Hey og Føroya Tele, at bjóða sínum viðskiftafólkum fipursamband.
Verkætlanin fer at kollvelta ta samskiftistøknina, ið vit kenna á breiðbandsøkinum í dag. Í fyrstu atløgu fer verkætlanin av bakkastokki í ávísum býarpørtum í høvuðsstaðnum, men um nøkur ár dekkar nýggja fipurnetið allar Føroyar.
Býarpartar í Havn
Fyrstu húsarhaldini, sum fáa fipursamband, eru nakrir býarpartar í Havn. Frá 26. november fara Hey og Føroya Tele at bjóða fipursamband í býarpørtunum Tórsbyrgi og Heimasta Horn í Havn, við Myllutjørn í Hoyvík og við Klingrutjørn og undir Kongavarða á Argjum.
Seinni í ár er so ætlanin at knýta bygdirnar Norðradal, Kolbeinagjógv og Morskranes umframt býarpartin Stoffalág upp í nýggja fipurnetið. Fyrireikingarnar til hesi støðini eru longu byrjaðar, og tað er sermerkt, hvussu Kolbeinabjógv og Morskranes verða knýtt í nýggja netið.
Herfyri varð avtala gjørd við SEV um, at NET kann leiga seg upp í SEV-steyrarnar, ið ganga millum Strendur og bygdirnar hinumegin Raktanga. Tískil eru fipurkaðlarnar, sum vanliga verða grivnir undir jørð, í hesum føri lagdir upp í luftina til smábygdirnar Kolbeinagjógv og Morskranes.
Upp til 1 Gbit
Nýggja fipurnetið megnar samskifti, ið er nógvar ferðir skjótari enn gamla koparnetið. Tá NET nú letur dyrnar upp fyri fipursambandi, loyvir NET eina hægstu ferð, ið er 1000 Mbit; tað vil siga 1 Gbit. Tøknin kann tó veita ferðir heilt upp til 10 Gbit.
Tað er upp til telefeløgini bæði, Hey og Føroya Tele, at taka støðu til, hvørjar ferðir tey fara at bjóða viðskiftafólkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald