Festivalgestir í Gøtu upplivdu nógv regn og storm í nátt.
"Veðrið bleiv nokkso ringt tá Hamferð spældi klokkan tvey í nátt," sigur Sigvør Laksá, stjóri á G!, við Portalin.
"Tjøld á sandinum koppaðu, og vit máttu skunda okkum at fáa útgerðina av pallinum og pakka hana niður. Tó er talan ikki um nakran álvarsligan skaða. Nú eru vit byrjað at seta tað upp aftur. Tað er møguligt at onkur konsert verður flutt í dag, men broytingar í skránni verða lýstar seinni."
"Beint nú er fínasta veður. Barnatiltakið byrjar nú og fólk eru byrjað at koma aftur. Børn svimja, og heitu pottarnir eru fullir," sigur hon.
Veðrið í nátt var so ringt, at fleiri valdu at fara heim at sova, og sostatt vóru nógvir bilar í Gøtu í nátt eftir festivalgestum.
Portalurin hevur tosað við fólk á staðnum, og ein greiddi frá, at hann hevði verið noyddur at sova í bilinum í nátt, og tað høvdu fleiri onnur eisini gjørt, tí tað ikki bar til at sova í tjaldinum. Fólk máttu eisini skunda sær at pakka hátalarar og aðra elektroniska útgerð niður, tá tað byrjaði at regna, men annars hevur lagið verið gott kortini.
Les eisini: Stormur og regn á G!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald