Strandfaraskip Landsins hevur í dag undirskrivað leigusáttmála við European Seaways um leigu av Ropax ferjuni Galaxy.
Galaxy fer at avloysa Smyril, tá hann fer í dokk um miðan september 2019, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.
European Seaways hevur eina aðra ferju, ið er nakað størri enn Galaxy, og sum møguliga kann nøkta tørvin betur enn Galaxy. Tískil er lagt inn í leigusáttmálan, at SSL kann býta um við hesa ferju, um øll neyðug loyvi fáast upp á pláss.
Hilmar Eliasen, stjóri, fegnast um, at hesi viðurskifti nú eru fingin upp á pláss, og at orka nú verður løgd í at fyrireika Smyril til komandi dokking, skrivar ssl.fo í dag.
Galaxy elvdi nógv kjak, tá skipið avloysti á Suðuroyarleiðini í fjør. Skipið er væl at merkja ikki bygt til ofta buldrutu túrarnar, og tí vóru nógvar avlýsingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald