Arbeiðið at útstykkja 33 grundstykki á Sandi er byrjað. Fyrsta maskinan hjá J&K Petersen er komin á økið, og Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd í Sands kommunum, fekk heiðurin at grava fyrsta flagið.
- Nú hyggja vit frameftir við trúgv, áræði og vón um at arbeiðið verður liðugt á heysti 2023. Hettar fer at bøta um hjá øllum teimum sum hava sett sær sum mál at búleikast á Sandi, sigur Sands kommuna.
- Ætlanin er eisini at byggja nýggjan barnagarð beint norðanfyri útstykkingina og skúlin liggur eisini í nærumhvørvinum. Útstykkingin verður heilt vist eitt paradís fyri barnafamiljur og onnur, heldur Sands kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald