Næsta lítla hálvan annan mánaðin verða rútar monteraðir í Høllini við Tjarnir.
Articon sum byggir høllina sigur, at hesa vikuna komu fyrstu vindeyguni og glasfasadurnar upp. Í alt skulu 800 fermetrar av glasi monterast.
Arbeiðið at montera vindeygu og glasfasadur verður væntandi liðugt 1. oktober. Tað er Tarpgaard A/S, sum stendur fyri tí arbeiðinum.
Nýggja stásiliga høllin í Hoyvíkshaganum skal eftir ætlan verða liðug og lata upp síðst í januar 2025. Høllin er í trimum hæddum og hevur eina samlaða gólvvídd upp á 8100 fermetrar.
Høllin hevur 2.200 sitipláss og 500 standipláss til hondbóltsdystir, og upp til 4.700 siti- og standipláss til konsertir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald