2024-05-31 09:45
Gott 80 verkafólk møttu á Hjalla klokkan 7 í morgun at forða fyri, at tað sum eftir teirra tykki er verkfallsrakt arbeiði, verður gjørt hjá byggifyritøkunum J&K Petersen og Articon.
Løgreglan varð boðsend, og hoyrdi báðar partar. Avgerð var tikin um, at tey sleppa ikki at standa á økinum hjá fyritøkunum.
Ætlanin er at stilla seg fyri, um nakað virksemi fer fram hjá hesum fyritøkum.
- Og vit standa til streykan er av, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald