Tað er í Suðuroy, tú skalt vera, um tú vilt hava brennievni á bilin. Allar pumpur hjá oljufeløgunum eru tómar norðanfjørðs.
Á heimasíðuni hjá Magn sæst, at nú er einki brennievni eftir yvirhøvur á teirra støðum. Hjá Effo er alt norðanfjørðs uppi, men sambært yvirlitinum á heimasíðuni er enn bensin og deisel eftir í Hvalba, Tvøroyri og í Vági.
Strandferðslan gjørdi í gjár vart við at tað ikki er loyvt at taka dunkar við brennievni við umborð.
Stakroyndir verða gjørdar av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilarnir sleppa ikki við, um teir hava dunkar við brennievni.
Les eisini: - Hetta er sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald