Innanlands

Danski samstarvsráðharrin á vitjan

Komandi formansskapur í Norðurlanda Ráðharraráðnum, har Føroyar fáa ein týðandi leiklut, var eitt av evnunum á fundinum við føroyska starvsbróðurin

Morten Dahlin og Bjarni K. Petersen uttan fyri Norðurlandahúsið (Mynd: lms.fo)

Morten Dahlin og Bjarni K. Petersen uttan fyri Norðurlandahúsið (Mynd: lms.fo)

2025-05-01 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin og týsdagin var danski samstarvsráðharrin í norðurlandamálum, Morten Dahlin, á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann hitti starvsbróður sín, Bjarna K. Petersen.

Mánamorgunin høvdu ráðharrarnir fund, har teir m.a. umrøddu tilgongdina at endurskoða Helsingforsavtaluna. Norðurlandaráðið samtykti síðsta heyst tilmæli til norðurlendsku stjórnirnar um at dagføra Helsingforsavtaluna, herundir at javnseta sjálvstýrandi londini í norðurlendska samstarvinum.

Norðurlendsku stjórnirnar eru komnar ásamt um, at fyrsta stig er at seta ein serfrøðing at greina løgfrøðiligar og ríkisrættarligar spurningar, ið eru viðkomandi í mun til at dagføra Helsingforsavtaluna.

Eisini umrøddu ráðharrarnir komandi formansskapin í Norðurlanda Ráðharraráðnum, tá Danmark  yvirtekur formansskapin. Danmark og Føroyar eru í felag um formansskapin, og Føroyar verða eftir ætlan vertir fyri einari røð av norðurlendskum fundum í 2026.

- Føroyar hava verið virknar í norðurlendska samstarvinum í mong ár, og somuleiðis hevur tað í áratíggju verið eitt greitt ynski, at Føroyar fáa fullgildugan limaskap í norðurlendska samstarvinum, sigur Bjarni K. Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri. 

- Nú tá Norðurlandaráðið einmælt hevur samtykt, at Helsingforsavtalan skal dagførast, er eitt týðandi fet tikið móti einum fullgildgum føroyskum limaskapi.  Vit eiga tí at nýta hetta kærkomna høvið at streingja á, so vit vónandi kunnu røkka hesum máli, sum Føroyar hava strembað eftir i meira enn 40 ár.

Á ferðini hevur danski samstarvsráðharrin m.a. vitjað Norðurlandahúsið og NORA, umframt við Tjarnir. Morten Dahlin er eisini ráðharri fyri býir og bygdarøki, og vitjað varð eisini í Kirkjubø og í Skálavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder